Málteigurin

Ólavsøka við lítlum og einum s
23-07-2020
Hóast hon er tjóðarhátíð og eitur eftir Ólavi, so skrivast ólavsøka við lítlum og við einum s. Upprunaliga æt hon ólavsvøka

Tá ólavsøka nærkast, stingur ivi seg ofta upp, um ólavsøka skal skrivast við stórum, og um hon skal hava tvey s. Men tað rætta er hvørki av hesum.

Um ikki ólavsøka er fyrsta orðið í einum setningi, verður hon skrivað við lítlum, og hon hevur bara eitt s.

- Orsøkin til eina s'ið er at finna í upprunanum, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Upprunin til orðið er ólavs-vøka, sum var ein vøkunátt. Í katólskari tíð var vanligt, at halgimenni høvdu sín egna minnisdag, og at náttin undan einum slíkum degi var hildin sum vøkunátt, har fólk sótu uppi alla náttina. Dagurin til minnis um Ólava Heilaga var deyðadagur hansara, 29. juli, og náttina fyri var ólavs-vøka.

Í framburði er v'ið dottið burtur, so tað er blivið til ólavsøka. Tað sama er hent við t.d. jóansøku og syftunsøku. S'ið er upprunaliga hvørsfall av navninum: Ólavs, Jóans, Syftuns, men vit eru farin at fata tað sum part av seinna liði og hava fingið orðið søka, brúkt í føstum orðingum sum t.d. 'millum søkurnar': tíðin millum jóansøku og ólavsøku ella jóansøku og syftunsøku.

So er spurningurin, hví 'søkurnar' verða skrivaðar við lítlum.

Tað er reglan og heilt vanligt hjá okkum, at nøvn á mánaðum, vikudøgum, hátíðum og hátíðardøgum verða skrivað við lítlum: juli (hóast mánaðurin hevur navn eftir Juliusi), hósdagur (eftir Þór), jól, páskir, flaggdagur - og so eisini ólavsøka, jóansøka, pátriksmessa, tollaksmessa og aðrir dagir, sum eru nevndir eftir sernavni.

Tí ella ta

Eitt annað evni í dagsins sending snýr seg um, at kenniorðið, tí, tekur yvir, meðan ta uttan ð dettur burtur. Fólk siga tí gentuna, tí taskuna og tí lampuna heldur enn ta gentuna, ta taskuna og ta lampuna. Munurin er hvønn- og hvørjumfall.

- Sigur tú, eg fór avstað við tí taskuni, er í lagi at siga tí, men sigur tú, eg vil hava tí taskuna er tað skeivt, sigur Elin Henriksen.

Tummilsreglan er, at endar navnorðið við i, skal kenniorðið, tí, brúkast, og endar navnorðið við a, skalt tú brúka ta.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023