- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Danska orðið 'ordentlig' stendur í móðurmálsorðabókini hjá Jóhan Hendriki.
Har er føroyska stavingin "ordiligt". Merkingin er júst tann sama sum á donskum: Tað er rætt; sum tað skal vera; regluligt, skrivar lurtari og heldur fram:
Nú verður tað eisini brúkt, har sum dentur skal leggjast á tað, sum sagt verður, t. d. ordiliga ringt, ordiliga trupult, ordiliga lætt og ordiliga gott.
Borgarstjóri og songkvinna
Hvaðani stavar orðið, songkvinna, og hví siga vit ikki songmaður?
Borgarstjóri er púra vanligt orð. Lurtari spyr, um tað ikki hevði verið rættari at siga borgarAstjóri.
Tvey onnur orð, sum eisini verða umrødd eru barnapíka og ásýniligur.
'Pop it' og 'toast'
Nýtt spæl eitur 'Pop it' á enskum, men hvussu eitur tað á føroyskum?
Elin Henriksen, málkøn, skjýtur upp at siga 'at poppa', men fleiri lurtarar gera vart við, at eitt annað spæl eitur 'Bob', og tá siga fólk ofta, at tey fara at poppa.
Ein annar lurtari spyr, hvussu 'toast' skal bendast, og hvat kyn orðið er. Elin Henriksen greiðir frá, at hon bara kennir orðið sum snerkt (ella rist), hvítt breyð ella breyðflísar, sum eru ætlaðar at snerkja (ella rista).