Málteigurin

Biit og Gentuvesið fáa ung at lurta
08-11-2021
Fær tilfarið frá ungdómsredaktiónini, Biit, ung at lurta, er tað einastandandi gott, og so mugu vit taka tað við, at onkur bending kemur skeivt fyri, sigur Elin Henriksen

Tá ið støðan er tann, at ein stórur partur av stórum børnum og ungum als ikki síggja/hoyra føroyskt í nøkrum miðlum, so er tað nógvar ferðir betri at hava eina vælumtókta sending, hóast onkur málslig lýti, enn einki at hava, sum fangar áhugan hjá ungum.

Tað heldur Elin Henriksen, málkøn.

- Har eru júst 'Biit' og 'Gentuvesið' eitt framstig, tí kann tað vera við til at fáa ung at tíma at lurta eftir útvarpinum, so er tað einastandandi gott. Og so haldi eg ikki, at vit kunnu heingja okkum í, at okkurt orð ella onkur bending kemur skeivt fyri, sigur hon, nú Málteigurin heldur fram við evninum, ættarlið og málburður.

Elin Henriksen leggur afturat, at tað er einki at ivast í, at nógv, nógv meiri orka og ikki minst pengar skulu leggjast í 'skíggjatilfar' til børn og ung á føroyskum.

 

KvF hevur málsliga ábyrgd

Tá hetta er sagt, heldur Elin Henriksen, at KvF ikki eigur at gloyma sína málsligu ábyrgd, men har má fremsta uppgávan vera at fáa tíðindasendingarnar betri málsliga.

- Tær eru skrivaðar og upplisnar, so har ber ikki líka væl til at umbera við 'talumáli'. Orðfeingi, bendingar, framburður - og her havi eg varhuga av, at áhugin fyri at gera tað betri er har, so spurningurin er kanska meiri 'hvussu' enn 'um'.

Tað skal tó eisini framhaldandi vera rúm fyri talumáli í KvF. Har snýr tað seg kanska meiri um bendingar og framburð, og ikki um, hvørji orð verða nýtt, heldur Elin Henriksen.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023