Málteigurin

Tað eitur altíð hesa ferð - ongantíð hesu ferð
07-11-2022
Einki eitur hesu ferð, tað eitur altíð hesa ferð. Helst er bland komið í, tí tað eitur hesumegin, men tá er orðið skrivað í einum

Lurtari spyr, um mann sigur takk fyri hesa ferð ella hesu ferð.

- Orðið hesin bendist ongantíð 'hesu'. Tað orðið er ikki til sum einsamalt orð; bara í samanseting: hesumegin, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Eitt annað evni í dagsins sending er spurningurin, um landið eitur Brasil ella Brasilia.

Elin Henriksen vísir til heimasíðuna hjá Málráðnum, malrad.fo.

Tí har eru nakrir orðalistar, og ein teirra eitur Lond og tjóðir. Har sæst, at landið eitur Brasil, og ein íbúgvi har er brasili ella brasiliari (men ikki brasilianari). Brasilskir miðlar skriva um høvuðsstaðin, sum eitur Brasilia.

Orðalistan á heimasíðuni hjá Málráðnum finna tit her.

 

-ll sum -dl ella -ll

-ll verður vanliga framborið -dl á føroyskum. So sum allar, ella, fella og so framvegis, men hví eitur tað so allarseinasta og ikki adlarseinasta?

Í upprunaligum orðum verður LL framborið -dl-: allar. Í nýggjari orðum er ikki óvanligt, at LL verður framborið -ll-:

Dømi:
allarseinast, billet, ballast, og í nøvnum: Palli, Malla.
[ball] og [badl] er hvør sítt, og somuleiðis [bolli] og [bodli].

 

Fyrisetingar og hvønnfall

Í dag tosa vit eisini um fyrisetingar sum stýra hvønnfalli - til dømis gjøgnum, síðan, oman og niðan.

Eingin fyriseting stýrir hvørfalli. Men tað er ymiskt, hvørjum falli tær ymsu fyrisetingarnar stýra.

 

Fyriseting   Fall Dømi
áraka hvønnfall   bilurin stendur áraka húsini
gjøgnum hvønnfall vit koyra gjøgnum vágatunnilin
hóast hvønnfall vit sóu væl at koyra, hóast mjørkan
um hvønnfall um dagin er ljóst, og um náttina er myrkt
umframt hvønnfall umframt hetta fara vit eisini at viðgera onnur føll
síðan hvønnfall vit hava ikki sæð seyðin síðan illveðrið
oman hvønnfall hon gekk oman gøtuna
niðan hvønnfall hann gekk niðan brekkuna
megin hvønnfall gentan gongur øðrumegin konuna, og hundurin gongur hinumegin gentuna
     

Hesi orðini kunnu ongantíð stýra hvørjumfalli.

Tað er t.d. skeivt at siga 'umframt teimum', tí tað eitur 'umframt tey', sigur Elin Henriksen, málkøn.

Hon greiðir frá, at fyrr í tíðini vóru nakrar fyrisetingar, sum stýra hvørsfalli, men nú á døgum verða tær einamest brúktar í føstum orðingum, so sum:

Fyriseting Fall Dømi
millum hvørsfall         millum skins og hold, húsanna millum
til  hvørsfall koma til lands, reka til havs
vegna hvørsfall 'av tí at' kann verða sagt sum 'vegna tess'
innan hvørsfall her er fjálgt innan veggja
uttan hvørsfall børnini spæla uttan dura, seyðurin gongur uttan garðs


Í vanligum talumáli eru hesar fyrisetingar farnar at stýra hvønnfalli, og tær kunnu ikki stýra hvørjumfalli. 

Fyriseting Fall Dømi
millum hvønnfall tey ganga millum vegin og húsini
til hvønnfall gávan er til dreingin
vegna hvønnfall vegna illveður er eingin koyring
innan hvønnfall vit koma innan tríggjar mánaðir
uttan hvønnfall eg sá ongan uttan teg


- Tað er t.d. skeivt at siga: 'Gávan er til honum', tí 'honum' er hvørjumfall.

Gávan er til hansara ella til hann, og tað vil siga, at tað er hvørsfall ella hvønnfall.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023