Málteigurin

Útlendskur og javnaldur = 'yttliskur' og 'jammaldur'
16-01-2023
Lesiframburður er, tá ið eldri orð, sum vóru til, áðrenn vit fingu stavsetingarreglur, verða framborin, sum tey verða stavað

Eitt er, hvussu orð verða stavað og skrivað. Nakað annað er, hvussu vit úttala tey.

Í hesi sending viðgera vit stóra evnið lesiframburður.

Tað er púra vanligt at hoyra fólk siga 'yttliskur' og 'jammaldur', meðan hesi orðini stavast útlendskur og javnaldur. Verða tey úttalað soleiðis, er talan um lesiframburð.

Lesiframburður verður tað, tá ið eldri orð, sum mangan vóru til, áðrenn vit høvdu nakrar stavsetingarreglur, eisini verða framborin, eins og tey verða stavað, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Dømi:
orðið /ronkilsi/ er eldri enn skriftmálið, og tað fekk stavsetingina rognkelsi. Men tað merkir ikki, at vit skulu fara at siga rogn-kelsi.

Eitt kent dømi er orðið øslakingur (sum stendur í fø-fø). Tað er tað sama sum eldsløkkingur.

Vit siga /ettir/ og /attur/, men stava bæði orðini við -ft-.

Tað sama er galdandi fyri orð sum aftari, altso tann aftari av tveimum. Tað var á fornnorrønum stavað 'aptari', við -pt-.

Tað er so við ljóðlíking fyrst blivið til -ft- og seinni til -tt-.

Elini Henriksen vitandi, er eingin listi yvir orð, har framburðurin víkir frá stavsetingini, men hóast ongin listi er, so eru onkrar meginreglur, og tær gjøgnumgongur Elin Henriksen í hesi sending.

 

Til tín og orðatak

Vit tosa um, hví tað eitur til tín frá mær, men ikki til Jákups, Dánjals ella Jógvans frá mær, og dagsins orðatak er: Albogastoytur og einkjumannasorg, tað verður mett javnt.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023