Fótbóltur

Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at seinna hálvfinalan millum Víking og HB, sum varð avblást vegna veður, skal spælast av nýggjum hósdagin 22. august

Við hattrikki tryggjaði Áki D. Samuelsen HB sannførandi sigur í Gundadali og sendi samstundis KÍ út úr stríðnum um føroyameistaraheitið

KÍ vitjar HB í Gundadali seinnapartin. Við sigri spælir KÍ seg inn aftur í oddastríðið, men tapa klaksvíkingar, er kjansurin, at endurvinna føroyameistaraheitið, helst rokin

Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum er farið seks pláss aftur á FIFA-styrkislistanum, sum altjóða fótbóltssamgongan kunngjørdi í dag

Tveir sannir stórdystir eru á skránni í EM-endaspælinum í dag. Í bólki C spæla Ongland og Danmark, meðan Spania og Italia bresta saman í bólki B

Steypavinnarin í fjør, NSÍ, skal spæla ímóti HB í hálvfinalunum í steypakappingini við kvinnum. Í hinari hálvfinaluni bresta Víkingur og B36 saman

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--media_audio.teaser.tpl.php

Stórur spenningur er undan seinni hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið mikudagin. HB og TB hava lítlan fyrimun ímóti ávikavist Víkingi og B36

Bæði B36 og Víkingur fingu lettiska mótstøðu í fyrsta umfari í Conference League

Klaksvíkingar skulu spæla Champions League-fótbólt ímóti Differdange í Luksemborg. Tað er greitt eftir lutakastið í Nyon

Síður