HB slapp ikki víðari við kæruni

HB slapp ikki víðari við kæruni
Tað verður KÍ, sum í morgin skal spæla fjórðingsfinalu móti B36 í kappingini um løgmanssteypið
Fjórðingsfinalan í morgin verður í Klaksvík.
 
20.04.2025 - 09:39

Tað verður KÍ, sum í morgin skal spæla fjórðingsfinalu móti B36 í kappingini um løgmanssteypið.

Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandinum ger einki við kæruna hjá HB um, at KÍ brúkti ólógligan leikara í dystinum móti HB í steypakappingini.

Yvirkærunevndin sigur seg ikki hava heimild til at viðgera kæruna.

Aga og etiska nevndin hjá FSF gav KÍ viðhald í, at felagið ikki skal missa rættin at spæla fjórðingsfinalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851