Útheimurin

Fleiri hundrað fólk eru ikki komin aftur í aftur, eftir at ein vatnbyrging í landssynningspartinum av Laos skrædnaði í gjár.

Meira enn 50 fólk eru deyð, og meira enn 100 hava fingið skaða í deyðiligasta skógareldinum í Grikkalandi í 10 ár.

Hitabylgjan, sum er í Japan og Suðurkorea í løtuni, hevur kravt í minsta lagi 50 mannalív. Í dag máldi hitin methøg 41,1 hitastig.

Í minsta lagi tríggir væl vápnaðir menn tóku seg fyrrapartin inn í stjórnarbygningin í Erbil í Kurdistan í Irak.

Í minsta lagi ein persónur er deyður, og 13 hava fingið løstir í skottilburði uttanfyri eina matstovu í Toronto tíðliga í morgun. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í stórum orðum svarað iranska forsetanum, Hassan Rouhani, aftur. 

Løgreglan í Noregi hevur hækkað tilbúgvingina til Alfa, sum er tað lægsta, fyri at forða fyri njósning.

Í Meksiko umhugsar innanríkisráðharrin, Olga Sanchez Cordero, at gera narkotika lógligt.

Ísraelska parlamentið hevur í nátt samtykt umstrídda lóg, sum staðfestir, at bara jødar hava sjálvavgerðarrætt í landinum. 

Bretska kringvarpið er dømt at gjalda heimskenda sangaranum, Cliff Richard, 260.000 dollarar, tí sjónvarpsrásin gjørdi seg inn á privatlív hansara.

Síður