Parlamentið skal aftur atkvøða um brexit-avtalu

Parlamentið skal aftur atkvøða um brexit-avtalu
Líkt er, at bretska parlamentið skal atkvøða um umstríddu brexit-avtaluna einaferð enn. Og tað verður fyrst í juni
 
16.05.2019 - 07:56

Hóast eingi avgerandi framstig eru gjørd í samráðingunum við Labour-leiðaran, Jeremy Corbyn, ætlar Theresa May, forsætiráðharri, at leggja brexit-avtaluna fyri parlamentið, áðrenn undirhúsið fer í summarfrí.

Tað verður kanska longu í fyrstu viku av juni, sigur ein stjórnartalsmaður við Reuters. Stjórnin heldur, at væl er komið burtur úr samráðingunum við Labour um eina nýggja brexit-avtalu.

Uppskotið felt tríggjar ferðir

Stjórnin í Bretlandi ger samstundis greitt, at atkvøtt verður um brexit-avtaluna, sama um Labour tekur undir við henni ella ikki.

Undirhúsið feldi tríggjar ferðir uppskotið um avtaluna, sum Theresa May gjørdi við ES um brexit, og tað endaði við, at brexit varð útsett til 31. oktober.

Øllum dámar ikki, at forsætisráðharrin hevur samráðingar við størsta andstøðuflokkin um eina nýggja avtalu. 13 fyrrverandi ráðharrar hava í brævi til Theresu May ávarað hana ímóti at slaka fyri krøvum frá Jeremy Corbyn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391