Útheimurin

Myndugleikarnir í Australia hava í dag alment staðfest at 100 % av fólkaríkasta statinum, New South Wales, er rakt av turki.

Týski bilframleiðarin BMW hevur kallað umleið 324.000 dieselbilar í Evropa innaftur frá eigarunum. 

16 milliardir dollarar. So nógv økir amerikanska stjórnin tollsatsin á kinesiska vørur tann 23. august.

600 løgreglu fólk eru send til Chicago í USA, eftir mongu blóðugu bardagarnar í amerikanska býnum um vikuskiftið.

Nógvir skógareldar hava gjørt um seg í Svøríki í summar, og tað logar enn í støðum.

Ógvusligu eldarnir, sum hava herjað í Kalifornia í USA síðani 27. juli, eru størstu eldarnir í søguni hjá Kalifornia.

1. juli í ár búðu 56.025 fólk í Grønlandi, tað eru 146 færri fólk enn sama tíðarskeið í fjør.

Ein ríkmaður kemur nú kvinnum, sum fáa bøtur fyri at bera eitt nú burka, til hjálpar.

Tað hevur verið eitt blóðugt vikuskifti í Chicago í USA. Tilsamans 44 fólk eru skotin, og fimm teirra eru deyð.

900 ferðafólk verða nú flutt av fleiri indonesiskum frítíðaroyggjum, eftir at ein ógvusligur jarðskjálvti rakti oynna Lombok tíðliga sunnudagin.

Síður