Útheimurin

Don McGahn, sum leingi hevur verið løgfrøðiligur ráðgevi hjá amerikanska forsetanum, gevst.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur Google undir at villleiða leitiúrslitini, so neiligar søgur koma fyrst.

ST kunngjørdi mánadagin eina frágreiðing, har herurin í Myanmar m.a. verður lagdur undir at fremja fólkamorð. Myanmar vísir frágreiðingini aftur.

Ein løgreglumaður í amerikanska statinum Texas er dømdur sekur fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í apríl í fjør.

Fyri fyrstu ferð í 32 ára søgu felagsins hevur írska lágprísflogfelagið, Ryanair, gjørt lønarsáttmála við ein starvsbólk.

Franski umhvørvismálaráðharrin, Nicolas Hulot, leggur frá sær, tí hann er vónsvikin av, at so fá framstig eru gjørd í veðurlags- og umhvørvismálum.

Eitt av seinastu ynskjunum hjá amerikanska senatorinum, John McCain, var, at Donald Trump, forseti, ikki skuldi fylgja sær til gravar.

Írski uttanríkisráðharrin, Simon Coveney, vil hava greiðu á støðu Bretlands í sambandi við ætlaðu afturtøkuna úr Evropeiska Samveldinum.

Melduródnir løgdu meir ella minni ein bóndagarð á suðurlandinum í oyði fríggjadagin.

Í dag kemur franski forsetin, Emmanuel Macron, til Danmarkar á almenna vitjan í tveir dagar.

Síður