Kongressin vil hava at vita hvør drap Khashoggi

Kongressin vil hava at vita hvør drap Khashoggi
Men tað noktar stjórnin at gera, skrivar BBC
Jamal Khashoggi varð myrdur í Istanbul í oktober í fjør
 
09.02.2019 - 13:41

Amerikanska Kongressin vil hava stjórnina hjá Donald Trump, forseta at koma við eini frágreiðing um, hvør drap journalistin á Washington Post, Jamal Khashoggi, á saudiarabiska konsulatinum í Istanbul í Turkalandi í fjør. Men tað noktar stjórnin at gera, skrivar BBC.

Í oktober kravdu senatorar at morðið skuldi kannast, og at Hvítu Húsini skuldi geva teimum meira upplýsingar um málið. Ein talsmaåður sigur, sambært BBC, at forsetin hevur rætt at nokta fyri hesum.

Amerikanskar fregnartænastur hava sum skilst ta støðu, at Khashoggi ikki kundi verið myrdur á saudi-arabiska konsulátinum, uttan at Mohammed bin Salman, krúnprinsur fyrst hevði havt góðkent tað. Donald Trump, forseti hevur ikki alment fordømt saudiarabiska krúnprinsin í hesum málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129