Russland ákærir Noreg fyri hernaðarliga dubbing

Russland ákærir Noreg fyri hernaðarliga dubbing
Russland ákærdi fyrradaggin Noreg fyri hernaðarliga dubbing, sum russarar siga økir um vandan fyri kríggi, og sum krevur aftursvar
Havnalagið í Tønsnes norðanfyri Tromsø kann húsa bretskum, amerikanskum og fronskum kjarnorkukavbátum halda russar
Mynd: Thomas Nilsen  
 
09.02.2019 - 10:51

Reuters skrivar, at Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska Uttanríkisráðið, sigur, at Moskva hevur staðfest, at NATO-limalandið, Noreg, er vorðið alsamt meira virkið í royndunum at hjálpa NATO at dubba seg hernaðarliga í Arktis.

Russarar vísa ítøkiliga á eina havn, nærhendis Tromsø, har norðmenn fyrireika seg at kunna taka ímóti kjarnorkukavbátum, ljóðar russiska ákæran. - Øvugt av siðvenjuni við góðum samstarvi í Arktis, heldur Oslo fram at økja um spenningin og vaksa um vandan fyri hernaðarligum átøkum. Hetta ætla vit ikki at lata fara ótalað aftur við borðinum, sigur talskvinnan hjá russiska Uttanríkisráðnum.

Norðmenn siga seg hinvegin stura fyri tí beint øvugta: at Moskva er í ferð við at dubba seg hernaðarliga á Kolahálvoynni. Noreg var í oktober mánaði vertur fyri eini stórari NATO-venjing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391