Útheimurin

Eystari landsrættur fer í dag at viðgera kærumálið frá Peter Madsen, sum býarrætturin í Keypmannahavn dømdi lívlanga fongsulsrevsing.

- Tað er eingin ivi um, at orðaskiftið hevur flutt seg. Avleiðingin av stóru tilflytingini er, at Svøríki er nú at kalla klovnað, heldur eygleiðari.

Argentinski tjóðbankin hækkaði í dag rentuna upp í 60 prosent, sum er hægsta renta í øllum heiminum.

Altjóða kjarnorkustovnurin sigur í frágreiðing, at hóast óvissa valdar um kjarnorkuavtaluna, so heldur Iran treytirnar í avtaluni.

Formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, letur nú upp fyri møguleikanum at taka skipanina við summar- og vetrartíð av.

Býráðið í Reykja­vík­ er givið at lata byggiloyvi til hotell og íbuðir til ferðafólk.

Amerikanski løgreglumaðurin, sum herfyri varð funnin sekur í at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring, er dømdur 15 ára fongsul.

Don McGahn, sum leingi hevur verið løgfrøðiligur ráðgevi hjá amerikanska forsetanum, gevst.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur Google undir at villleiða leitiúrslitini, so neiligar søgur koma fyrst.

Síður