Útheimurin

Yvirgangsfelagsskapurin IS hevur átikið sær ábyrgdina av einum sjálvmorðsbumbuálopi á ein politiskúla í Pakistan mánakvøldið

Stóra franska legan við flóttafólki og migrantum, sum verður kallað "Frumskógurin", skal nú burtur. 7-10.000 fólk eru í leguni

London fer eftir øllum at døma at missa sína støðu sum heimsins størsti fíggjardepil í kjalarvørrinum á Brexit-fólkaatkvøðuni í juni

Tað gongur so illa hjá Royal Greenland at fáa grønlendingar at arbeiða á fiskavirkjum, at neyðugt verður at boðsenda kinesarum at manna virkini

Enn er óvst um Bob Dylan tekur ímóti bókmentaheiðursløn Nobels 10. desember. Nú hevur hann strikað kunningina um virðislønina á heimasíðuni

Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES fordøma harðliga bumbuálopini, Russland og herurin hjá sýrisku stjórnini gera móti sivilfólki í býnum Aleppo

Bretland væntar at verða við í øllum avgerðum, sum verða tiknar til Brexit er liðugt avgreitt, sigur bretski stjórnarleiðarin

Donald Trump, forsetavalevni, er ikki longur vísur í, um hann fer at góðtaka úrslitið á forsetavalinum í USA 8. november

Tveir dreingir úr Sýria vórðu í gjár funnir umborð á einum grønlendskum trolara, sum javnan landar í Føroyum

Svenska akademiið hevur hvørki hoyrt orð ella eið frá Bob Dylan, nú fimm dagar eru farnir, síðani hann fekk Nobel virðislønina fyri bókmentir 2016

Síður