Danski uttanríkisráðharrin til Føroya í januar

Danski uttanríkisráðharrin til Føroya í januar
Dagføring: Hann skal á fund við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum sætta januar, sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum
Danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroyar í januar
Mynd: savn  
 
21.12.2016 - 08:02

Danski uttanríkismálaráðharrin, Anders Samuelsen, kemur til Føroya 5. januar á fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen.  Tí boðar uttanríkis og vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Á vitjanini í Føroyum hittir danski uttanríkisráðharrin eisini Uttanlandsnevndina, umframt at vitjanir á SEV og á Ferðaráðnum eru á skránni. Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, fer av landinum aftur seinnapartin fríggjadagin 6. januar.

Síðst í november skuldi táverðandi danski uttanríksiráðharrin, Kristian Jensen úr Vinstra, eftir ætlan koma til Føroya, men umskipanin av donsku stjórnini broytti hesa ætlanina.

Kristian Jensen fór frá sum uttanríkisráðharri, og Anders Samuelsen tók við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659