Ótti fyri flóðaldu í Papua Ný Guinea

Ótti fyri flóðaldu í Papua Ný Guinea
Myndugleikar í Kyrrahavslondunum ávara um, at flóðalda kann vera á veg. Ein ógvusligur jarðskjálti er máldur til 8,0 á Richter stiganum
Flóðaldur, sum hendan í Japan, kunnu gera ógvusligan skaða og kosta mangan fleiri mannalív.
Mynd: Savnsmynd  
 
17.12.2016 - 11:46

Tað er The Pacific Tsunami Warning Center, sum ávarar um, at flóðaldur kunnu vera á veg. 

Jarðskjálvtin rakti eitt øki 157 kilometrar eystan fyri oynna Rabaul í Papua Ný Guinea. Sambært myndugleikunum er vandi fyri flóðaldum næstu tríggjar tímarnar í Australia, Papua Ný Guinea, Indonesia og á hundratals smáum oyggjum í økinum, har rættiliga nógv fólk búgva tætt við strondina. 

Jarðskjálvtin verður hildin at hava verið 57 kilometrar undir jørð. 

Myndugleikar í økinum heita á fólk, sum búgva í láglendi tætt havinum, um at ansa sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659