Útheimurin

Í minsta lagi 89 skúladreingir eru burturfluttir av einum vápnaðum bólki í Suðursudan. Hetta stendur í eini fráboðan frá Unicef.

Kanningarnar av stovninum av Norðhavssild, eru helst tær bestu sum eg havi verið við til, sigur norski fiskifrøðingurin, Aril Slotte við Fiskaren

Fíggjar- og búskaparmálaráðharrarnir í evru-londunum gjørdu í gjár avtalu við grisku stjórnina um at leinga lánini hjá landinum fýra mánaðir aftrat

Danska stjórnin ætlar at brúka 970 milliónir krónur næstu fýra árini til nýggj átøk, ið kunnu forða fyri yvirgangsatsóknum í landinum

Ukrainska verjumálaráðið sigur, at russiskt sinnaðir uppreistrarmenn hava tikið ukraniskar hermenn til fanga í býnum Debaltseve

Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, fordømir brotini á vápnahvíldina í Ukraina. Hann sigur, at russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava skyldina

Seinasta samdøgrið hava fimm ukrainskir hermenn latið lív har eysturi í landinum, sigur ein hernaðarligur talsmaður í høvuðsstaðnum Kijev

30.000 fólk vóru komin saman í Keypmannahavn mánakvøldið fyri at minnast fólkini, ið doyðu í yvirgangsatsóknunum um vikuskiftið

Grikski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, hevur framvegis vónir um, at tað fer at eydnast at gera eina avtalu um milliarda skuldina

Vápnahvíldin har eysturi í Ukraina, ið varð sett í gildi sunnunáttina, er longu brotin fleiri ferðir, sigur ein ukrainskur hernaðartalsmaður

Síður