»King of blues« deyður

»King of blues« deyður
Ein av teimum mest viðurkendu blues tónleikarunum í tónleikasøguni, B.B. King, doyði hóskvøldið í Las Vegas, 89 ára gamal
B.B. King - King of blues, ið hann varð nevndur - doyði hóskvøldið, 89 ára gamal
Mynd: AP  
 
15.05.2015 - 09:14

Ein tann størsta røddin innan bluestónleikin er tagnað. B.B. King, ið vanliga varð nevndur King of the blues, doyði hóskvøldið, skriva útlendskir miðlar.

Riley B. King, ið var hansara kristna navn, varð føddur í Mississippi í 1925. Foreldrini hjá B.B. King vóru úr fátækari bóndafamilju.

Greinin heldur fram niðanfyri

Longu sum tannáringur fekk B.B. King áhuga fyri tónleikinum og fór at spæla undir eyknevninum Blues Boy, haðani styttingin B.B. stavar.

B.B. King kunngjørdi fyri tveimum vikum síðani, at hann ikki longur kláraði seg sjálvan, og tí fekk heimahjálp. Samstundis steðgaðu konsertferðirnar hjá honum.

Tilsamans gav B.B. King út fleiri enn 50 tónleikaútgávur. Hann var mest viðurkendi bluestónleikarin við 15 Grammy heiðurslønum fyri sítt avrik innan bluestónleikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985