So fekk Ísrael sína stjórn

So fekk Ísrael sína stjórn
Tað hevur tikið tveir mánaðir at skipa stjórn í Ísrael.
 
15.05.2015 - 06:37

Ísrael hevur loksins fingið nýggja stjórn.

Ísraelska tjóðartingið góðkendi í gjárkvøldið nýggju stjórnina hjá Benjamin Netanyahu - næstan tveir mánaðir eftir tjóðartingsvalið.

Rumbul í tinginum

Samgongusamráðingarnar hava verið torførar.

Ónøgd var í flokkinum hjá Netanyahu, høgravenda Likud, og tjóðartingslimirnir noyddust at bíða í tveir tímar, áðrenn teir endaliga kundu góðkenna stjórnina, sum telir 61 samgongulimir - tann minsti meirlutin, sum kann vera í ísraelska tjóðartinginum, ið telir 120 tinglimir.

- Vit vilja syrgja fyri trygd og stremba eftir friði, segði Netanyahu í tinginum í røðuni, sum varð avbrotin av láturi millum andsstøðutinglimirnar.

Tríggir tjóðartingslimir vórðu so harðmæltir, at teir vórðu tveittir úr salinum.

Fimm flokkar í stjórnini

Fimm flokkar manna ísraelsku høgravendu samgonguna.

Likud er tann størsti við 30 tinglimum, miðhøgraflokkurin Kulanu hevur 10 sessir, høgravenda Jødisk heim hevur átta, og átrúnaðarligu flokkarnir, Shas og UTJ hava ávíkavist sjey og seks limir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744