Sjúkrahúsini í Danmark mangla (eisini) serlæknar

Sjúkrahúsini í Danmark mangla (eisini) serlæknar
Tað er ikki bert í Føroyum, at fleiri serlæknar áttu at starvast í heilsuverkinum. Donsku sjúkrahúsini mangla í minsta lagi 500 serlæknar afturat
Í minsta lagi 500 serlæknastørv í Danmark eru í løtuni ómannað, vísir nýggj spurnarkanning. Ringast er í útjaðaraøkjunum
 
13.05.2015 - 09:22

Tilsamans eru í minsta lagi 500 serlæknastørv í Danmark í løtuni ómannað, hóast læknar áttu at verið í størvunum, vísir ein spurnarkanning, DR hevur gjørt.

Talan er um ein álvarsligan trupulleika, at so nógv ómannað serlæknastørv eru, sigur Andreas Rudkjøbing, formaður í danska læknafelagnum, sambært DR.

- Tað merkir millum annað, at støðið á viðgerðunum ikki er nøktandi, at bíðitíðir kunnu vera, at góðskan er verri ella at sjúklingar skulu ferðast longri, sigur Andreas Rudkjøbing.

Serliga ringt í útjaðaranum

Tað eru ósett serlæknastørv í øllum landspørtum í Danmark, vísir spurnarkanningin. Tó stendur serliga illa til í teimum ymisku útjaðaraøkjunum í Danmark:

- Samansetingin av at sjúkrahúsini eru lítil og eisini liggja í útjaðaranum ger, at trupult er at manna størvini, sigur Jes Søgaard, professari á Aarhus Universitet.

Tølini fyri øll sjúkrahúsini eru tikin við í spurnarkanningini. Tó eru nøkur tøl ikki heilt neyv, og mugu kannast nærri, sigur formaðurin í danska læknafelagnum sambært DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870