- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útheimurin
Sýriski herurin hevur í morgun framt álop á støð uttanfyri Damaskus, har uppreistrarfólk hava valdið
Hægsti rættur í afrikanska landinum, Simbabvi, hevur staðfest, at Robert Mugabe er lógliga valdur til landsins forseta. Sostatt er nú klárt at fara undir hátíðarhaldið, sum skal taka 89 ára gamla Mugabe í eið. Hann kann sostatt fara undir sítt fimta valskeið sum forseti
Myndugleikarnir í Egyptalandi hava handtikið leiðaran í Muslimska Brøðralagnum, Mohamed Badie. Tað upplýsa altjóða tíðindastovurnar og almenna sjónvarpið í Egyptalandi í dag
Ófriðurin í Egyptalandi seinastu dagarnar hevur kravt í minsta lagi 830 mannalív, sigur egyptiska tíðindastovan Mena sambært stjórnarkeldum
ST-vápnaeftirlitsfólk eru komin til Sýrilands at kanna uppáhaldið um, at kemisk vápn eru nýtt í borgarakrígnum í landinum
Ein deyðadømdur norðmaður í Demokratiska Lýðveldinum Kongo er funnin deyður í fongslinum í høvuðsstaðnum Kinshasa
Stóri altjóða alnetsfelagsskapurin, AVAAZ.org, arbeiðir av øllum alvi at steðga íslendsku hvalaveiðuni eftir nebbafiski
Ein framsøgumaður fyri egyptiska heilsumálaráðið sigur í dag, at talið á deyðum í bardøgum síðan í gjár er komið upp í 421
Lærdi háskúlin í Keypmannahavn er tann besti í Norðurlondum og nummar 42 í heiminum
Trygdarstyrkir í Kairo skulu hava skotið í minsta lagi 100 fólk til deyðis hetta seinasta samdøgrið. Tað hendi, tá trygdarlið ruddaðu tvær mótmælislegur hjá viðhaldsfólkum hjá frákoyrda forsetanum, Muhammed Mursi