Stríð um soppafongt landsting

Stríð um soppafongt landsting
Grønlendska landstingið er so fongt við soppi, at samtykt er at byggja nýtt. Men klandur er um staðsetingina.
Grønlensk landstingsfólk vita ikki enn, hvar nýggja landstingshúsið skal standa.
 
07.07.2014 - 09:26

Í 2011 varð soppur staðfestur í høvuðsbygningum hjá grønlendska landstinginum. Sambært Sermitsiaq brúkar grønlendski landskassin meiri enn eina millión um árið at umvæla bygningarnar. Kortini er soppur framvegis, og tí skal nýtt landsting byggjast.

Landstingið samtykti í fjør at játta tríggja milliónir krónur til projektering og arkitektakapping. Grønlendski løgtingsformaðurin, Lars-Emil Johansen úr Siumut, hevur nú kunnað grønlendsku fíggjarnevndina um ítøkiligu ætlanina at byggja nýtt landstingshús. Lars-Emil vísir á trý øki í Nuuk; millum annað eitt fríøki við Aqqaluks-plássið.

Men henda staðsseting hevur fingið grønlendskar borgarar at ressast. Teir vísa á, at hetta er einasta fríøki í býnum, har fólk kunnu sita í friði og náðum. Fleiri grønlendingar mæla til at taka soppafongda bygningin niður og byggja nýggjan á sama staði. Eisini søgusavnsfelagið í Nuuk er ímóti ætlanunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303