Russiskt sinnaðu uppreistrarliðini taka seg aftur

Russiskt sinnaðu uppreistrarliðini taka seg aftur
Stjórnarherurin tekur aftur støð í Eysturukraina, og týski samveldiskanslarin og franski forsetin hava gjørt greitt, at nú skal friður verða.
 
05.07.2014 - 16:09

Russiskt vinarligu uppreistrarliðini hava tikið seg aftur úr býnum Sloviansk, ið hevur verið ein týðandi skansi hjá teimum loysingarsinnaðu í Eystur-Ukraina.

Uppreistrarliðini hava tikið seg aftur undan ukrainska stjórnargherinum, sum væl mannaður hevur tikið býin - og hevur sett ukrainska flaggið á aftur stjórnar-bygningin í Sloviansk.

Tveir aðrir smærri býir eru eisini tikinir aftur frá russiskt sinnaðu uppreistrar-liðunum, ið hava tikið seg aftur til býin Krama-torsk.

Spurningurin er so, um støðan í Eystur-Ukraina er vend ella um talan bert er um, at herliðini flyta seg hvørt í mun til annað.

Uppreistrarliðini siga talan vera um eina taktiska afturtøku, sum oftast merkir, at tap er í hendi, tí tað ikki longur ber til at verja tað, ið tikið er.

Hinvegin er støðan tann, at taka øll uppreistrar-liðini seg aftur fyri at savnast í Donetsk, kann tað fara at verða ein avbjóðing fyri ukrainska stórnarherin at berja niður russisk sinnaðu uppreistrar-liðini.

 

Nú er tolið uppi

Fyrr í vikuni fór ukrainski stjórnarherurin undir átakið at fáa eystur-ukraina undir aftur stjórnarvaldið í Kiev. Tað varð gjørt eftir at russiskt sinnaðu uppreistrar-liðini ikki vildu taka av eini vápnahvíld, sum nývaldi ukrainski forsetin bjóðaði teimum, tá hann varð settur í embætið herfyri.

Uttanríkis-ráðharrarnir í Ukraina, Russlandi, Týsklandi og Fraklandi hittust fyrr í vikuni á fundi í Berlin og samdust um, at friður skal fáast í lag í Eystur-Ukraina og at ein vápnahvíld skuldi fáast í lag í dag. Enn er tó einki, sum bendir á tað.

Hinvegin skulu týski samveldis-kanslarin Angela Merkel og franski forsetin Francois Hollande hava gjørt russiska forsetanum Vladimir Putin púra greitt, at nú er tolið uppi, og at hann skal gera sína ávirkan galdandi, so tey russiskt sinnaðu í Eystur-Ukraina gevast við vápnaða uppreistrinum og leggja vápnini.

Um tað er tað, sum nú sæst henda í Eystur-Ukraina, er tó ov tíðliga at siga enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132