Myndir: Leggja seinastu hond á Eysturoyartunnilin

Nú verða seinastu arbeiðini arbeiðini gjørd í Eysturoyartunlinum, sum eftir ætlan letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin.

Royndirnar, sum higartil eru gjørdar í tunlinum, hava eydnast væl.

Hóskvøldið verður seinasta og endaliga trygdarroyndin í tunlinum, og hon verður avgerandi fyri, um tunnilin letur upp leygardagin.

Eysturoyartunnilin er 11,2 kilometrar langur, og tunnilsfelagið væntar, at millum 5.000 og 6.000 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið.

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hevur lænt tilsamans tvær milliardir og 640 milliónir kr. til bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Landskassin setur tilsamans 400 milliónir kr. í verkætlanina.

Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið myndirnar í Eysturoyartunlinum.

 

Er kopiera