Sí myndirnar: Tingið viðgjørt uppskot um sammóður

Løgtingið viðgjørdi í dag uppskotini frá tingfólkum í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn um sammóður. 

Øll trý uppskotini vórðu viðgjørd undir einum.

Bara framsøgufólk tóku orðið undir orðaskiftinum, og so vóru eisini viðmerkingar. Fyrsta viðgerð vardi umleið tríggir tímar.

Rósa Samuelsen, sum var framsøgufólk hjá Sambandsflokkinum, segði, at verður uppskotið samtykt við aðru viðgerð, verður eingin triðja viðgerð, tí tá er samgongan fokin.

Kristin Michelsen í Sjálvstýri nevndi allar møguleikar. Hann kundi atkvøða reytt, gult og grønt, segði hann.

Øll trý uppskotini eru farin í trivnaðarnevndina til viðgerðar.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar í tinginum í dag

Er kopiera