Marita skal gera hjálpararbeiði í Afrika

Marita skal gera hjálpararbeiði í Afrika
Reyði Krossur hevur sett Maritu Hoydal í nýtt altjóða starv.
 
08.01.2026 - 10:09

Um stutta tíð skal Marita Hoydal skifta sín gerandisdag í Danmark út við at virka og búgva í Etiopia, har hon skal gera humanitert arbeiði.

Marita er 56 ár og uppvaksin í Hoyvík. Hon hevur útbúgving innan samskifti og hevur m.a. starvast við at skriva ferðajournalistikk, ferðabøkur og arbeitt nógv við samskifti. Hetta er fyrstu ferð hon fer at royna hjálpararbeiði, og tað er eisini fyrstu ferð, hon fer til Etiopia.

- Eg gleði meg til at læra um mentanina í Afrika, og hvussu tað í veruleikanum er har. 

1. februar byrjar Marita í nýggja starvinum, sum er sett til at vera eitt ár.

Marita vitjaði morgunsendingina:

1786810

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846