Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg

Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, heldur ikki, at støðan í Grønlandi, eigur at ávirka okkara viðurskifti við Danmark í løtuni
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í uttanríkismálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.01.2026 - 09:24

Føroyar eru triði parturin í ríkisfelagsskapinum, hóast tær neyvan verða nevndar í altjóða orðaskiftinum í løtuni. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, sigur, at landsstýrið sær eingi tekin um, at nakar territorialur ella hernaðarligur áhugi er fyri Føroyum.

Sirið Stenberg viðurkennir, at tað er týdningarmikið at vera til reiðar, men hon heldur ikki, at støðan, sum hevur tikið seg upp í Grønlandi, eigur at ávirka viðurskiftini við Danmark. Sjálvstýrisætlanin, sum fýra flokkar eru við í, gongur sína gongd.

- Viðhvørt er frægasta strategiin ikki at gera ov nógv vart við seg, sigur Sirið Stenberg. 

Hoyr samrøðu við landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum í útvarpstíðindunum: 

 

08012026_Sirid

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040