
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Aftur um 25 ára hátíðarhald Geksins
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Samskifti er lykilin, tá Gekkurin og aðrar framleiðslur Kringvarpsins skulu í luftina. Gekkurin hevur fingið nýtt snið í sambandi við sín 25 ára føðingardag, og Bárður Michaelsen, framleiðari, greiðir Petrinu frá tillagingunum.
Maiken Poulsen hevur í øll 25 árini, Gekkurin hevur verið til, syrgt fyri, at Gekkavertirnir eru væl ílatnir og sminkaðir, áðrenn teir traðka fram á skíggjan.
Ljósini í sjónvarpsstovu Kringvarpsins eru sera sterk, og tí verða øll, kvinnur sum menn, ið skulu í sjónvarpsstovuna, "putrað", sum tað eitur á fakmáli.
Ein 25 ára føðingardagur krevur stás, og tað er einki at taka seg aftur í, at Petrina sá út sum ein millión, hóast sjálvur Gekkurin bara var 550.000 krónur.
Verturin er andlitið á Gekkinum, men tað krevur nógv fólk at fáa Gekkin í luftina og at syrgja fyri, at alt sæst og hoyrist. Her setir Leivur Thomsen, ljóðmaður, eina mikrofon á Petrinu.
Petrina Berg á Lag á veg inn í sjónvarpsstovuna til fyrstu royndirnar við nýggja sniðinum, meðan Jóna Vest Joensen er á veg inn í kontrolrúmið.
Petrina í millumgongini millum kontrolrúmið og sjálva sjónvarpsstovuna.
Gekkurin verður filmaður í somu sjónvarpsstovu sum Dagur og vika, sum verður riggað til endamálið.
Hóast Petrina hevur verið Gekkavertur í 16 ár, so var 25 ára føðingardagurin nakað serligt, tí nýggja sniðið skuldi roynast fyri fyrstu ferð.
Uppgávurnar eru nógvar, og allar skulu tær loysast, um alt skal ganga eftir vild. Her syrgir kamerakvinnan, Bina Ólavsdóttir fyri, at verturin hevur ein vatnsopa, meðan sent verður.
Í Kringvarpinum eru tað ung fólk, ið hava áhuga fyri sjónvarpsframleiðslu, sum manna upptøkutólini í sjónvarpsstovuni.
Ein ordiligur føðingardagur krevur eitt ordiligt orkestur, og tí hevði Gekkurin syrgt fyri, tá hann hátíðarhelt 25 ára dagin. Sjálvt kendi Dagur og viku-verturin, Jón Brian Hvidtfelt, var stjørnuskotin í Konfekt.
Kenneth Jørgensen, miðlatøkningur, kannar eina seinastu ferð, um alt er, sum tað skal í sjónvarpsstovuni, áðrenn Gekkurin fer í luftina.
Kringvarp Føroya hevur, í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið, lagt nógv fyri, fyri at endurnýggja bæði Gekkin og áhugan hjá føroyingum fyri at spæla Gekk. Tí var Ivan Niclasen, stjóri, til staðar, fyri at tryggja sær, at alt gekk, sum tað skuldi.
Bingo! Jóna Vest Joensen til vinstru og Malena Klemmentsen til høgru syrgja hvørt fríggjakvøld fyri, at sjálvt spælið, ið er grundarlagið undir Gekkinum, koyrir, sum tað skal.
Samskifti er alfa og omega í einari og hvørjari sjónvarpsframleiðslu, eisini í Gekkinum.
Konfekt syrgdi fyri tí heilt rætta huglagnum til 25 ára føðingardagin hjá Gekkinum, meðan bólkurin elegant hoppaði millum bossa nova-útgávurnar av eitt nú "Eitt sunnukvøld í Plantasjuni" og "Smells Like Teen Spirit".
Konfekt er mannað við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum, og Jan Rúni Poulsen, sum er kendur úr Son of Fortune, Marius Ziska, Hogni og Føroya Symfoniorkestri, var ein av ikki færri enn trimum trummuspælarum í Konfekt.
Gittarsnillingurin, Benjamin Petersen, ið eisini er kendur sum Son of Fortune, spælir solo-gittar í Konfekt.
Bárður Michaelsen, framleiðari, roynir at halda tunguna mitt í munninum, tí tað er nógv at halda skil á, tá Gekkurin verður sendur.
Her fæst sjón fyri søgn um, at framleiðarin má hava ís í maganum. Myndatól, grafikkur, samskiftið við vertin og kamerafólk, og so tann sannroynd, at onkur brádliga fær bingo.
Bina Ólavsdóttir, kamerafólk, innstillar upptøkutólið.
"Gott kvøld, og vælkomin til Gekkin."
|