Ógreitt valúrslit í Svøríki

Ógreitt valúrslit í Svøríki
Uppteljingin í morgun vísir, at andstøðuflokkarnir hava 176 sessir og borgarligi vongurin 173
Magdalena Andersson, forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum. Í løtuni hava sosialdemokratarnir og hinir flokkarnir á vinstraveingi 176 sessir.
Mynd: Jonas Ekstromer/EPA/Ritzau Scanpix  
 
14.09.2026 - 07:45

Val var í Svøríki í gjár, har góðir átta milliónir veljarar skuldu avgera, um borgarlig stjórn skal halda fram stýra Svøríki við Ulf Kristersson, forsætisráðharra, á odda, ella um tað veður ein vinstravend stjórn við Magdalenu Anderson, forkvinnu í Sosialdemokratunum,  á odda.

349 sessir eru í svenska ríkisdegnum.

Teir fýra andstøðuflokkarnir á vinstravonginum - Socialdemokraterna, Miljøpartiet, Centerpartiet og Vensterpartiet - hava leingi ligið greitt á odda í veljarakanningunum. 

Men í seinastuni hava flokkarnir á høgravonginum -  Moderaterna, Kristendemokraterna, Liberalerna og Sverige'demokraterna - staðið seg betur í kanningunum. Nú er munurin so mikið lítil, at eygleiðarar meta, at úrslitið kunna fara báðar vegir.

Valúrslitið er ikki greitt enn, men støðan í morgun er, at reyð-grøni blokkurin fer at fáa 176 sessir og blá-guli blokkurin 173.

 


Ulf Kristersson, forsætisráðharri. Í løtuni stendur borgarligi vongurin at fáa 173 sessir í ríkisdegnum. (Mynd: Christine Olsson/TT/Ritzau Scanpix)

 

Torfør støða

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson sigur, at Svøríki stendur í torførari støðu eftir valið, nú alt bendir á, at andstøðan fer at vinna valið.

Ulf Kristersson, forsætisráðharri, helt røðu fyri viðhaldsfólkum sínum:

- Valúrslitið er ikki greitt enn, men veljararnir eru komnir við greiðum boðskapi. Teir tríggir flokkarnir vinstrumegin hava enn einaferð ikki megnað at savna meiriluta í svenska tjóðartinginum.

Ulf Kristersson sigur, at hann fer nú at seta seg í samband við aðrar ikki-sosialistiskar floksleiðarar, og verður úrslitið í gjárkvøldið tað endaliga, fer hann at kanna, um tað ber til at skipa nýggja samgongu.

- Valúrslitið kann føra til eina fløkta stjórnarskipan, um hetta verður úrslitið. Tað kann taka tíð, men vit hava ongan skund. 

Hann vil ikki upplýsa, hvørjar flokkar hann fer at seta seg í samband við.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025