- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Føroyingar vístu Ukraina samhuga
Mikukvøldið 2. mars klokkan 18 varð skipað fyri samhugatiltak fyri Ukraina á Speakers Corner á Vaglinum í Havn.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Ingilín Strøm, løgtingskvinna, og maðurin, kendi tónlistamaðurin Teitur Lassen, høvdu tikið sonin við til samhuga tiltakið fyri Ukraina á Speakers Corner.
Eitt hjarta av ljósum prýddi Tinghúsvøllin hetta vakra, men eisini rákalda kvøldið.
Fólk í øllum aldri vóru møtt, at vísa Ukraina sín samhuga.
Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivar í Amnesty International Føroyadeild, og Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur í Reyða Krossi Føroyar.
"Skulu vit verða partur av altjóðasamfelagnum, so mugu vit í verki vísa, at vit taka altjóðaábyrgd. Hetta er galdandi á øllum økjum, har altjóðatiltøk eru neyðug. Vit kunnu tá ikki krógva okkum undir, at Føroyar eru so smáar, at tað ongan mun ger," segði Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Reyða Krossi Føroyar, tá hann helt røðu til samhuga-tiltakið fyri Ukraina.
"Vit hava orkuna, og vit hava fíggjarligu styrkina, so tað er í slíkum døgum sum hesum, at vit skulu vísa, at vit hugsa um offruni í ukrainsku býunum og flóttarnar, sum í túsundatali flýggja vestureftir og nú eisini norðureftir." (Sitat Jóannes Eidesgaard)
Hjá nógvum ungum fólkum, er tað fyrstu ferð, at tey uppliva, at tað er kríggj í Evropa. Stúranin lýsti úr eygum teirra á Speakers Corner í gjárkvøldið.
Kendi fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum og unnustin Allan Hjorth, ið er hárskeri, vóru og vístu Ukraina sín samhuga.
Russiska innrásin í Ukraina skapar stóran ótryggleika millum fólk, eisini í Føroyum.
Kríggj rakar øll, eisini djórini, og í so máta var tað hóskandi, at onkur fýrbeint vóru við at vístu sín samhuga við Ukraina.
Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyar deild, helt eina røðu um støðuna í Ukraina.
Nógv fólk var komið saman á Speakers Corner.
Tá umboðini fyri Amnesty International Føroyadeild og Reyða Kross Føroyar høvdu hildið røður, so var orðið frítt.
Ukrainska flaggið var við í samhuga-tiltakinum á Speakers Corner í gjárkvøldið.
Hildið var eitt minutt tøgn fyri ukrainska fólkinum, sum í hesum døgum líður undir russisku innrásini.
Fólk í djúpum samhuga við Ukraina.
Fleiri ættarlið savnaðust um at vísa Ukraina sín samhuga.
|
|





























