Sí myndirnar: Stásiligi Christian í Grótinum

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Nýggi Christian í Grótinum tók seg væl út í heimliga umhvørvinum, tá hann stevndi inn á Klaksvík til eina hátíðarliga móttøku.  

Christian í Grótinum er bygdur á Kartensens skipasmiðjuni í Skagen og kostaði góðar 300 milliónir krónur. 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, helt røðu til móttøkuna fyri Christiani í Grótinum. 

Tað er rættiliga langt millum nýbygningarnar, so tað var stúgvandi fult av fólki komið saman í Ánunum at taka ímóti nýggja Christiani í Grótinum. 

Andras Sólstein og hini í Klaksvíkar hornorkestri spældu sjálvandi undir til hátíðarhaldið fyri nýggja Christian í Grótinum. 

Nýggi Christian í Grótinum er 89 metrar langur, 18 metrar breiður, og er 5000 brutturegistartons. 

Áhugin at sleppa umborð at síggja nýggja stásiliga nýbygningin var stórur í Ánunum í dag. 

Bogi Rasmussen, skipari, er væl nøgdur við royndartúrarnar, ið nýggi Christian í Grótinum hevur gjørt. Trolið varð eisini roynt, meðan siglt varð til Føroya. Men í dag var ein hátíðardagur, og nógv vóru klemmini. 

Christian í Grótinum er á tremur við nýggjastu tøknini, og tað var eyðsæð, at menn vóru hugtiknir, tá teir sóu flottu brúnna. Her roynir Hanus Hansen skiparastólin, og hugtakið "dreingir eru og vera dreingir" tykist hóska væl til at lýsa løtuna. 

Og tíðin, tá menn lógu stúvaðir saman í trongum lugarum við smáum koyggjum, og gingu óvaskaðir í fleiri mánaðir, tykist farin. Sjálvandi er eitt boblubað umborð á nýggja Christiani í Grótinum. 

 

Er kopiera