Myndareportasja: Gøtusópararnir Heri og Frants

Í eitt mannaminni hava Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacobsen arbeitt sum gøtusóparar fyri Renovatiónina hjá Tórshavnar kommunu.

Í dag kallast deildin hjá gøtusóparunum fyri Reinhaldið. 

Hvønn morgun møta teir trúliga upp á gomlu brandstøðini í Havn, áðrenn teir fara út á sínar føstu rutur. 

Myndir Bjarni Árting Rubeksen

Í øllum stillum og uttan hóvasták ganga teir sínar rutur og syrgja fyri, at Havnin er rein og nosslig. 

Heri í miðbýnum við síni trillibør. 

Og Frants Vilhelm á Tinghúsvegnum, og har umleiðir, við sínum el-rikna dustsúgvara. 

Frants Vilhelm hevur eisini ábyrgdina av økinum aftanfyri Klubban, áðrenn leiðin hjá honum gongur niðan í Gundadal.

Heri er altíð upp á fartin og stendur ongantíð stillur.

Í grundini er tað ikki so undarligt, tí hann hevur eina ørgrynnu av ruskíløtum at døma. 

Heri Jensen hevur síðani 1986 við eldhuga og nærlagni hildið Havnina reina.

Frants Vilhelm Jacobsen hevur gjørt tað sama síðani 2001.

Frants Vilhelm og Heri eru partur av Reinhaldinum hjá Tórshavnar kommunu. 

Meðan Heri er rættiliga friðarligur av lyndi, so er Frants Vilhelm meira prátingarsamur. Tí er lag á manni hjá Hilmari Jan Hansen, parkeringsvørði, at fáa eitt prát við Frants Vilhelm. 

Nærlagni er nakað, ið eyðmerkir Hera í hansara arbeiði. 

Heri gongur høgt uppí at gera arbeiðið ordiligt. 

Hvørjar ferð onkur tveitir ein tóman sigarettpakka á gøtuna, heldur enn at koyra hann í eitt ruskílæt, so noyðist ein sum Heri at taka hann uppaftur. 

Heri tørmir eitt ruskílæt niðri á Eystaruvág. Ruskíløtini í Havnin eru ymiskt, men hetta er av sovornum slagi, har Heri loysir botnin, so ruskið kann renna niður í einum ruskposa. 

Dustsúgvarin hjá Frants Vilhelmi er so mikið orkufullur, at hann sýgur sjálvt glassplinktur upp. 

Nútímans hentleikar hava gjørt tað eitt sindur meira høgligt at vera gøtusópari, eitt nú dustsúgvarin hjá Frants Vilhelmi. 

Men nútímans hentleikar klára ikki alt, tí er og verður tað eitt ótespiligt arbeiði at vera gøtusópari. 

Frants Vilhelm í Gundadali. 

Gøtusóparar hava altið verið kend andlit og býarmyndir í Havnini. Flest havnarfólk kenna nøvn sum Jóin, Bumman, Mortan Mørk, Villie, Kristian í Svínoy, Bigga og aðrar. 

Fyri onnur snýr tað seg um at síggja og fata, at her er talan um eitt týdningarmikið yrki, ið fá av okkum vilja átaka okkum, men ongin av okkum kann liva fyriuttan.

At vera gøtusópari snýr seg í grundini at taka allan tann lortin upp, ið vit onnur leggja eftir okkum. 

Ein fastur partur av rutuni hjá Frants Vilhelmi er rudda stadionøkið í Gundadali. 

Eisini í Gundadali er upptakið stórt. 

Eisini Frants Vilhelm er sera nærlagdur í sínum virki, sum her í Gundadali. 

Nú tað stundar til ólavsøku er týdningurin av gøtusóparunum ongantíð størri enn júst nú. 

Í sambandi við Umhvørvisvikuna í 2021 vórðu Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacobsen heiðraðir fyri sína trúgvu tænastu fyri at halda Havnina reina. 

Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacbsen hava trúfast sópað gøtur og vegir fyri burturkast, og hava teir, gjøgnum sítt virksemi, eisini verið ein fyrimynd fyri onnur, varð sagt í sambandi við at teir fingu handað heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu. 

Hóast dagurin byrjaði í fagrasta veðri, so fór at regna út á dagin. Heri settist ikki aftur av teirri orsøk, men fór í regnklæðini. 

Áðrenn hann at enda tømdi kundi tøma dagsins rusk í eina bingju niðri á Skálatrøð. 

Er kopiera