Leivur: Elskar at koma heim at spæla fyri fullsettari høll

Leivur: Elskar at koma heim at spæla fyri fullsettari høll
Seks kjansir, seks mál. Leivur Mortensen var sær sjálvum líkur í stórsigrinum við Tjarnir, har hann skoraði upp á alt av vinstra vongi
04.11.2026 - 21:00

Leivur Mortensen var væl nøgdur við egið avrik eftir stórsigurin á Kosovo við Tjarnir í EM-undankappingini í kvøld, og tað hevði hann alla orsøk at vera.

Vinstri vongurin var sær sjálvum líkur og skoraði upp á øll seks skotini, sum hann royndi seg við. Eitt fór á stongina, men tá varð hann forðaður og vann í staðin Føroyum eitt brotskast.

 - Vit eru bara glaðir fyri at sleppa heim at spæla fyri eini fullsettari høll. Tað elska vit, og áskoðararnir hjálptu eisini í dag, segði Leivur Mortensen eftir dystin.

Hann var væl nøgdur við, hvussu føroyingarnir høvdu taklað favorittleiklutin í 37-30 sigrinum, sum ongantíð var í vanda og eina løtu sá út til at gerast væl størri.

Hann fegnaðist eisini um, at tað eydnaðist vongmakkaranum Paula Høj at koma inn og skjóta sítt fyrsta A-landsliðsmál.

 - Tú er bara glaður, tá hinir skora. Tú veitst ongantíð, nær tú verður skaddur ella hevur ein ringan dyst. So tú hopar bara fyri liðið og fyri Føroyar, at allir kunnu koma inn og gera sítt. Tað var deiligt, at Pauli kom inn og fekk mál í dag. Fantiastiskt, segði Leivur Mortensen. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214