Myndareportasja: Faroe Pride 2022

Aftur í ár møttu fleiri túsund fólk upp at fagna fjølbroytninum og ymiskleikanum, tá Faroe Pride 2022 sparkaði ólavsøkuna í gongd. 

Ung og gomul, høgt og lág, kløn og breið, vísa í dag, at tey taka undir við áhaldandi stríðið fyri at tryggja øllum í Føroyum grundleggjandi menniskjarættindi. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Klár? Og eitt og tvey, og eitt, tvey, trý, fýra. Tróndur Herason Olsen, dirigentur, og Havnar hornorkestur løgdu ein fantastiskan hugnaligan, og ikki minst litríkan, karm um ársins Faroe Pride. 

Heri Olsen, sum hevur verið fastur fúsur í Havnar hornorkestri í eitt mannaminni, spældi sjálvandi við á Faroe Pride undir kønu leiðsluni av soninum, ið dirigeraði. 

Fólk vóru litføgur frá ovast til niðast á Faroe Pride 2022. 

Mike Viderø hevur verið ein av ímyndunum av stríðnum fyri at vinna øllum javnbjóðisrættindi. Aftur í ár var hann ein av teimum, ið gingu á odda fyri Faroe Pride. 

Faroe Pride er eisini ein uppgerð við tær siðvenjur um, hvat ein kann loyva sær, ið hava rátt fyri borgum her á landi.

Kendi danski sjónvarpsvertur, Hans Pilgaard, og maður hansara, Jobbe, luttóku sjálvandi eisini á Faroe Pride, nú teir hava fest røtur í Føroyum.

Faroe Pride 2022 byrjaði, sum vanligt, við Tórsvøll, har fólk hitaðu upp við dansi, sangi og hornblástri, áðrenn litfagra liðið fór til gongu oman gjøgnum býin. 

LGBT-rørslan í Føroyum hevur vunnið nógvar stórar sigrar á leiðini fram ímóti viðurkenningini av øllum fólkum, uttan mun til hvønn kynsligan samleika, ið tey hava. Tað snýr seg um grundleggjandi menniskjarættindi. 

Faroe Pride er eisini ein veitsla, sum fagnar menniskjum, og tað at vera á lívi. 

Men Faroe Pride er eisini uppgjørt og ein keipaleikur.

Skrúðgongan gevur fólk høvi at vera frí og fræls til gaman og álvara. 

Til Faroe Pride møta eisini tey upp, ið bara ynskja einar fjølbroyttari, javnrættari og rúmligari Føroyar, og tey møttu fjølment upp til Pride-skrúðgonguna í ár, sum var tann fyrsta í tvey ár. 

Fólk, sum í dag gingu skrúðgongu, fyri at stuðla stríðnum fyri grundleggjandi mannarættindum, koma úr øllum løgum í føroyska samfelagnum. 

Eisini Ólavsøkukabarettin helt ein lítla steðg í fyrireikingunum til fyrstu framførsluna í kvøld, fyri at vísa ymiskleikanum sín stuðu.  

Á Faroe Pride riggar alt, og tað ber væl at blanda ælabogalitirnar við eitt annars gothiskum-looki. 

Leiðin gekk sum vanligt omaneftir Hoydalsvegnum og Niels Finsens gøtu, framvið Plantasjuni og Sjónleikarhúsinum, við kós móti Vaglinum.

Klemmini og vøkru brosini áttu dagin. 

So hvørt Pride-skrúðgongan nærkaðist Vaglinum, so legðist afturat við fólki. 

Hóast løgreglan gekk á odda, so var Faroe Pride 2022, eins og allar Pride-skrúðgongurnar hava verið tað, ein friðarlig, litrík og vøkur skrúðgonga. 

Tað var sum sild í tunnu, tá Faroe Pride-skrúðgongan kom oman á Vaglið. So langt, ið eyga røkk, vóru fólk. Ja, tað var sum á ólavsøku. 

Á Vaglinum var tann heilt stóra veitslan við setanarrøðu og framførslum við nøkrum av okkara fremstu tónlistafólkum. 

Fólk í øllum aldri vóru møtt upp á Vaglinum til Faroe Pride 2022. 

Gleðin aftur at sleppa at halda Faroe Pride var eyðsýndur á Vaglinum í dag. 

Men størstur av øllum er kærleikin, er eitt herróp hjá LGBT+Føroyar rørsluni, og kærleikin var aftur í ár eitt tema, ið gekk aftur. 

Bæði Norðurlandahúsið og stjórin sjálvur, Gunn Hernes, flaggaðu við ælabogaflagginum í dag. Tað gjørdi unnusti hennara, Niels Uni Dam, so sanniliga eisini. 

Uni Debess hevði sonin við oman á Vaglið, fyri at vísa sín stuðul. 

Carl Jóhan (Carli) Jensen, rithøvundur, og Sunleif Rasmussen, tónaskal. 

Fyrrverandi politikarin Hans Pauli Strøm úr Vestmanna við flaggi og ballónum. 

Aðalstjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, og dóttirin luttóku eisini á Faroe Pride 2022. 

Smílini siga søguna um gleðina, nú tað loksins aftur bar til at hátíðarhalda Faroe Pride. 

Faroe Pride hevur veruliga verið við til at broyta Føroyar. 

Millum tey sum framførdu í litfagra havinum á Vaglinum í dag var Eyðun Nolsøe. 

Eisini vokalbólkurin Sway var á pallinum og framførdi til konsertina, ið var ókeypis. Hini, sum framførdu, vóru Guðrið Hansdóttir, Marius DC og Siriously.

Tað var kjakarin og stand up-skemtarin, Elisa Vang, sum í ár fekk heiðurin at seta ársins Faroe Pride. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var sjálvandi møttur upp á Vaglinum, fyri at vísa Faroe Pride sín stuðul. 

Fleiri túsundtals fólk vóru og vístu LGBT+Føroyar, sum er rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd, tvørkynd og kvir fólk í Føroyum, sín stuðul.

Muss.....

... og skál fyri kærleikanum og ymiskleikanum, og við vón um einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar. 

Havið øll eina góða og litfagra ólavsøku. 

Er kopiera