Breddin: Leyp Mette Frederiksen framav um telefonsamrøðu við Putin?

Breddin: Leyp Mette Frederiksen framav um telefonsamrøðu við Putin?
Vit spyrja Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann, sum hevur verið á fundi í Norðurlandaráðnum, um málið. Í sendingini hitta vit eisini kvinnu, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, á røðarapallinum á norðurlandaráðsfundinum í Helsinki.
Mynd: Norden. org  
 
29.10.2026 - 09:41

Samstundis sum norðurlondini eru komin saman á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í finska høvuðsstaðnum Helsinki í vikuni at finna felags loysnir um trygd, gjørdu norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og finski forsetin, Alexander Stubb, av at ringja til russiska forsetan, Vladimir Putin.

Danski forsætisráðsharrin, Mette Frederiksen, fanst at norðurlendsku starvsbrøðrum sínum fyri at ganga egnar leiðir, men er síðan sjálv komin í andglettin fyri at hava lopið framav. Var danski forsætisráðharrin í so skjót við atfinningunum? 

Vit spyrja landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum var staddur á norðurlandaráðsfundinum í Helsinki, hvat hann heldur um telefonsamrøðuna hjá Støre og Stubb við Putin.

 

Sproytumisnýtsla

Sproytumisnýtsla er ikki eitt nýtt fyribrigdi í Føroyum, sigur fyrrverandi misbrúkari, sum hartar samfelagið fyri ikki at hava tikið rúsevnistrupulleikan í álvara.

Í sendingini í dag tosa vit við Janu Mariu McKay, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár. Vit hoyra hennara søgu, hvussu hon bleiv rúsfrí og hennara hugsan um, hvussu misbrúkarar vera raðfestir í Føroyum. 

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890