Finski uttanríkisráðharrin hittir Marco Rubio um Ukraina

Finski uttanríkisráðharrin hittir Marco Rubio um Ukraina
Tey fara at tosa um møguleikan at enda kríggið millum Russland og Ukraina
Elina Valtonen er finskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Reuters  
 
29.10.2026 - 09:20

Finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen, fer í dag hitta amerikanska starvsbróður sín, Marco Rubio, í Washington, har tey skulu tosa um kríggið í Ukraina og viðurskiftini millum londini.

- Fundurin við Rubio kemur í røttu løtu. Hann gevur okkum møguleika at tosa í trúnaði um, hvussu vit kunnu enda kríggið hjá Russlandi móti Ukraina. Finnland stuðlar málinum hjá Ukraina um rættvísan og varandi frið, segði Valtonen.

Tey bæði fara eisini at umrøða búskaparligt samstarv, tøkni og onnur viðkomandi uttanríkispolitisk viðurskifti, upplýsir finska uttanríkisráðið.

Undir vitjanini í Washington fer Valtonen eisini at hitta onnur umboð fyri Trump-stjórnina á máli um uttanríkis- og trygdarpolitikk, umframt búskap og tøkni, skriva finska uttanríkisráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541