Sí myndirnar: Føroya fyrsta ungdómsbókasavn

Klokkan 10 í morgun læt fyrsta ungdómsbókasavn í Føroyum upp í Havn. Tað heldur til á aðru hædd í Býarbókasavninum í gongugøtuni i miðbýnum. 

Ungdómsbókasavnið skal vera eitt innbjóðandi stað, sum gevur teimum ungu íblástur, møguleika og umstøður at vera á bókasavninum, skrivar býarbókasavnið. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Vónbjørt Vang, býarbókavørður, sigur, at tey hava lagt seg eftir at gera hølini hjá ungdómsbókasavninum so innbjóðandi og fjøltáttað sum gjørligt. Alt tilfarið, sum er inni, er rættað móti teimum ungu, og tey hava eisini havt samrøður við ung um, hvussu hølini skulu innrættast. 

Tað eru ikki bara bøkur á ungdómsbókasavninum, tí ein týðandi partur av innihaldinum er borðspøl, sum ung eisini kunnu stytta sær stundir við og vera saman um. Her eru tað starvsnæmingarnir í Kringvarpi Føroya í løtuni, Ernst Langgaard og Thór Skibenæs, sum spæla Monopoly, ella Matador, sum tey flestu kenna spælið sum. 

John Fuglø, ungdómsbókavørður á Kulturium í Ishøj, hevur verið ráðgevi hjá Býarbókasavninum í sambandi við nýggja ungdómsbókasavnið. "Umstøðurnar her eru betri enn tær, ið vit hava í Ishøj, og tað er bókaúvalið eisini," staðfestir John Fuglø. 

Í allan dag er ein fjøltáttað skrá fyri at hátíðarhalda og kunna um, at ungdómsbókasavnið er latið upp, eitt nú við tónleikaframførslum. 

Skipað var eisini fyri, at skúlaflokkar í Tórshavnar kommunu kundu støkka inn á gólvið at síggja nýggja ungdómsbókasavnið í dag. Her er tað ein 9. flokkur úr Eysturskúlanum, ið er á vitjan. 

Unga listakvinnan, Ýr Ákadóttir, hevur málað flotta málningin, ið prýðir ungdómsbókasavnið í Havn. "Eg havi lagt meg eftir at lýsa okkara hugflog, tá vit lesa, og hvussu okkara heili sær út, tá vit lesa."

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, umboðaði Tórshavnar kommunu, tá ungdómsbókasavnið lat upp alment, og hann rósti starvsfólkunum í Býarbókasavninum fyri átakið. 

Starvsfólkini í Býarbókasavninum í Havn saman við  varaborgarstjóranum í HAVN. Aftast frá vinstru: John Fuglø, ungdómsbókavørður, Svend Højgaard, bókavørður, Elisabeth á Mýrini, avgreiðslufólk, og Sólbrún Eklund, avgreiðslufólk.
Fremst frá vinstru: Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Havn, Vígdis Bjarnadóttir, varaleiðari og 1. bókavørður, Vónbjørt Vang, býarbókavørður, Kartni Ravnsfjall, KT-vørður og bókavørður, og Hanne Magnussen, bókavørður

Meira fæst at vita um ungdómsbókasavnið á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum

Er kopiera