Ta yngru teir tilbóðu

Í sambandi við føstuna varð skipað fyri stórari kvæðastevnu fyri næmingum í miðdeild fólkaskúlans í Norðurlandahúsinum.

Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri kvæðastevnuni, og áhugin fyri at luttaka var stórur.

700 næmingar vóru við, og tað var myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, eisini. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Endamálið var at stuðla upp undir kvæðaundirvísingina í fólkaskúlanum, umframt at geva næmingunum góðar og jaligar kvæðaupplivingar, ið kunnu kveikja hug teirra til føroyskan dans og harvið at bera livandi mentan okkara víðari

Børnini dansaðu føroyskan dans, men dentur var eisini lagdur á spennandi søgurnar handan kvæðini.

Næmingarnir høvdu somuleiðis møguleika at royna seg í dansispølunum, bandadansi og edilingi, har Ung í dansi stóðu fyri undirvísingini. 

Børnini hugnaðu sær óført við ymiskum dansispølunum. 

Sjálvur dansurin var undirbygdur við borðspælinum Kvæða-quiz, har næmingarnir skuldu svara spurningum úr kvæðunum fyri at vinna.

Tað var eyðsæð, at tað hugtók børnini at sleppa at kappast í Kvæða-quiz.

Í Norðurstovu bleiv skipað fyri KvæðaTALENT, har børnin upptraðkaðu fyri royndum dómarum. Tey blivu millum annað dømd eftir dansilag og kvæðaevni. 

Her er tað fimti flokkur í Vestmanna skúla, ið dansar fyri dómarunum. Tey kvøðu Hørpu rímu. 

Hørpu ríma er søgan um tveir biðlar, sum koma til garðs og biðja um ta yngru systrina.

Kvæðið lýsir systrarnar báðar, og hvussu eldra systirin beinir fyri teirri yngru. Her setir kærleikin ilt ímillum.

"Ta yngru teir tilbóðu,
eldru teir forsmáddu."

"Tann yngra kundi at spinna lín,
tann eldra kundi at vokta svín."

"Tann yngra kundi at spinna gull,
tann eldra kundi ikki at tæga ull."

"Tann yngra kundi at spinna,
tann eldra kundi ikki at tvinna."

Dómararnir vóru hugtiknir av avrikinum. 

Er kopiera