Andrias tók málið á sín kappa

Andrias tók málið á sín kappa
Andrias Edmundsson tók útjavnandi málið hjá Kasakstan á sín kappa, og iðraði seg annars um, at tað ikki eydnaðist at vinna í einum dysti, har Føroyar vóru betri
26.09.2026 - 19:40

Leikluturin hjá Andriasi Edmundsson í javnleikinum ímóti Kasakstan var onkursvegna eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

Verona-verjuskansin kom framvið og legði væl upp, tá Áki Samuelsen skeyt Føroyar framum, men sveik kanska eisini, tá Kasakstan javnaði við skallara eftir hornaspark miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 - Eg havi ikki sæð tað umaftur, men mín kensla var, at tað var eg, sum átti hann, segði Andrias Edmundsson.

Klæmint A. Olsen, sum var viðmerkjari hjá Kringvarpinum, spurdi nærri um túrarnar frameftir, sum millum annað høvdu leiðslumálið við sær. Andrias Edmundsson segði, at hugskotið kemur úr Italia.

 - Tey flestu liðini har spæla við fimm í verjuketuni, og teir uttaru stoppararnir skul renna í økið aftanfyri teirra bakk og fáa innlegg, og tað gevur kjansir, segði verjuspælarin.

Týsdagin klokkan 17.00 spæla Føroyar aftur í Nations League, tá Moldova tekur ímóti. Kringvarpið byrjar at senda frá dystinum klokkan 16.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089