USA skal rinda fyri nýggjar hernaðarstøðir í Grønlandi

USA skal rinda fyri nýggjar hernaðarstøðir í Grønlandi
Tá USA, sambært nýggju avtaluni um trygd og verju, fer at byggja hernaðarstøðir í Grønlandi, verður tað fyri egna rokning
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
Mynd: Ritzau  
 
26.09.2026 - 16:50

Tað staðfestir danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við tíðindastovuna Ritzau, sum grønlendska kringvarpið KNR endurgevur.

– Í tann mun amerikanarar skulu byggja amerikanskar hernaðarstøðir í Grønlandi, skulu amerikanarar sjálvsagt sjálvir fíggja hesar støðir, sigur danski uttanríkisráðharrin

Hann váttar tó samstundis, at eingin fíggingarleistur er staðfestur í avtaluni.

Tá amerikanski forsetin, Donald Trump, fríggjadagin boðaði frá at ein avtala fór at verða undirskrivað millum USA, Danmark og Grønland, ljóðaði annars, at avtalan einki fór at kosta USA fíggjarliga.

Lars Løkke Rasmussen sigur, sambært KNR at avtala skal framvegis gerast um viðurskiftini viðvíkjandi teimum tveimum nýggju hernaðarstøðunum í Grønlandi. 

Millum annað skulu atlit takast at umhvørvinum og grønlendskum livihátti og mentan.

Lars Løkke Rasmussen nevnir millum annað eisini, at USA rindar, tá arbeiði ella umvælingar verða gjørdar á Pituffik Space Base, sum í dag er einasta amerikanska hernaðarstøðin í Grønlandi.

– Tað er púra sjálvsagt, sigur Lars Løkke Rasmussen sambært KNR.

Kelda: Ritzau/KNR

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329