Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá bøndur hertóku Havnina
Tá bøndur hertóku Havnina
"Leingi livi frælsið og ognarrætturin. Sendið hasar h******* kommunistarnar til har, ið kaffi grør," varð rópt, tá bøndur mótmæltu í Havn í dag
19.03.2024 - 16:30
Bøndur í øllum meginøkinum fór í morgun í traktorarnar og til høvuðsstaðin, fyri at mótmæla lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu.
Gjøgnum allan dagin løgdust traktorar afturat stóra traktorfylginum, so hvørt tað nærkaðist Havnini.
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Tá ið traktorfylgið um middagsleitið kom til høvuðsstaðin, var tað so stórt, at tað typti ferðsluna í Havnini.
Traktorararnir flaggaðu við Merkinum, men vóru undir uppsýni av løgregluni, meðan teir koyrdu runt í Havnini.
Tá traktorfylgið nærkaðist løgtinginum, so skuldi okkurt eyka til.
Jákup Pauli í Eyðansstovu, bóndi á Giljanesi,valdi at klíva upp á tøðtangan, ið var króktur í fremsta traktorin.
Og við Merkinum, tøðtanganum og Jákup Paula í Eyðansstovu, bónda á Giljanesi, á odda, koyrdi traktorfylgið framvið Føroya høgtvirda tingi.
Landsins fólkavalda kvinnur og menn brutu tingfundin av, fyri at eygleiða sermerkta mótmælisfylgið.
"Leingi livi frælsið og ongarrætturin. Tey hoyra saman. Sendið hasar h******* kommunistarnar til har, ið kaffi grør. Her hava teir einki at gera," rungaðu herrópini, tá traktorfylgið framvið løgtinginum.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, var eisini komin út í tún at eygleiða serliga mótmælisfylgið.
Tvey ættarlið av Eyðansstovu-monnum, Jákup Pauli og pápin Erik.
|