Í myndum: Faroe Pride 2024

Eins og undanfarin ár, so byrjaði Pride-gongan í Gundadali. Á odda uppi í lastini á lastbilinum, ið koyrdi frammanfyri gonguna, stóðu Anita Hansen og Asger Eið, ið syrgdu fyri at stemningurin var í hásæti. 

Um Faroe Pride er nakað, so er hon litrík og festilig, og eisini ár varð nógv gjørt burturúr.

Fyriskipararnir av Faroe Pride hava altíð lagt stóran dent á, at gongan er fyri øll.

"Rættindini hjá samkyndum eru nógv batnað hesi árini, men verri er hjá tvørkyndum, sum at kalla ongi rættindi hava. Tí er framvegis týdningarmikið at hava Pride'ina," sigur Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyum, ið skipar fyri Faroe Pride-gonguni. 

Rættindi, sum samkynd hava vunnið hesi árini, eru millum annað hjúnabandslógin og lógin um sammøður, sum kom í gildi í 2021.

Faroe Pride fagnar fjølbroytni í víðastu merking. 

Faroe Pride er eisini í stóran mun eitt familju-tiltak, har familjurnar hjá LGBT+-fólkum ofta eru sera væl umboðaðir, fyri at vísa sín stuðul. 

"Fyrr varð nógv tosað um, at LGBT+'arar fluttu av landinum, men tað er vorðið nógv liviligari hjá samkyndum í Føroyum," heldur Esther Margreth Petersen, nevndarlimur.

Í ár var tað 15. ferð, at Faroe Pride varð fyriskipað.

Luttakararnir í Pride-gongu møttu í Gundadali klokkan 15, tá hitað var upp við tónleiki, andlitsmáling, tónleiki og góðum lagi. 

Ofta hevur verið tosað um, at 5000 fólk plaga at luttaka í Pride'ini. 

Siri Súsonnudóttir Hansen er altíð lívlig og litføgur og hevur ofta gingið á odda fyri pride'ini. Í ár var einki undantak. 

Nógv verður gjørt burturúr, at tað skal vera hugnaligt og undirhaldandi at vera til Faroe Pride. Áðrenn farið var til gongu, framførdi Danny Baldursson í Gundadali, ið júst hevur givið sín fyrsta sang, "Girl It Is You", út undir sínum nýggja listanavni baldursson. 

Klokkan 16 var farið til gongu úr Gundadali oman móti Vaglinum. Her er gongan komin oman í Steinatúni í miðbýnum í Havn. Hóast tað dryppaði eitt sindur, so var gott lag á fólki. 

Aftur í ár vóru nógv fólk við Faroe Pride-gonguna. Sambært fyriskiparunum, so hevur pride'in framvegis nógv at siga, fyri at fáa lógarbroytingar ígjøgnum og at minka um haturstalu móti LGBT+'arum.

Á Vaglinum tók Cecilia Jacobsen, ið eisini er kend undir navninum Cece, ímóti gonguni. 

Pride'in setti aftur í ár lit á miðbýin í Havn dagin fyri ólavsøku. 

Millum tey, ið framførdu, var Sissal Jo, sum er nýggja listanavnið hjá Jóhonnu Norðberg Niclasen. 

Umframt Sissal Jo, so framførdu Aggrasoppum, Gówa, Jens Marna Hansen og Joe & The Shitboys til framan fyri einum fjølbroyttari Føroyum, sum er endamálið við Faroe Pride.  

Samstundis sum luttakararnir í Faroe Pride-gonguni settu lit á Havnargøtur og fegnaðust um tey framstig, sum eru hend í Føroyum, so varð ljós eisini varp á á øll tey rættindi, sum enn mangla í stríðnum fyri javnrættindi til LGBT+'arar, eitt nú løgfrøðiligt kynsskifti.

 

 

Er kopiera