RIVA hevur sett rúkandi ferð á samtíðardans her á landi

Um vikuskiftið hevði dansivirkið RIVA fyrstu framførslurnar av danskilistaverkinum "Kanska ein bygd" í Norðurlandahúsinum í Havn. 

"Kanska ein bygd" samantvinnar dansi- og ritlist, og verkið viðger hvat tað er at minnast farin sambond gjøgnum frásagnir um fólk, ið eru deyð.

Í RIVA eru Rannvá G. Niclasen, ið er stigtakari til dansivirkið og listarligur leiðari saman við Vár B. Árting, og afturat sær hava tær báðar Búi Rouch, dansara. Øll trý standa tey fyri at koreografera verkini hjá RIVA. 

Grafikkin og ábyrgdina fyri tí visuella partinum av "Kanska ein bygd" hevði Billa Jenný Jónleifsdóttir, sum her sæst í tøttum samskifti við Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, stigatakara, listarliga leiðara og koreografi í RIVA. 

RIVA er Føroya fyrsta dansivirki fyri yrkisdansarar og varð sett á stovn í 2021. 

Endamálið við RIVA er at skapa virðiligar arbeiðsmøguleikar fyri yrkisdansarar í Føroyum, at menna dansiumhvørvið og dansilistina, og soleiðis stigvíst lyfta dansistøðið í landinum upp á eitt altjóða yrkisstøði," siga Rannvá, Búi og Vár. 

"Vit eru serliga errin av, hvussu allir lutirnir í verkinum komu saman í eina heild, og tað hevur bara verið gjørligt í samstarvi við okkara fantastiska toymi av dugnaligum og góðum fólki," siga fólkini handan RIVA um fyrstu framførslurnar av "Kanska ein bygd". 

Verkið "Kanska ein bygd" er ein roynd at skapa eitt inniligt rúm, ið setir spurnartekin við hvørji vit eru saman við hvørjum øðrum og uttan hvønn annan. Umvegis gerandisligar og poetiskar tekstir og rørslur, verða løtumyndirnar og tær lekjandi rørslurnar millum menniskju, ið mynda farnar relatiónir, pallsettar.

Tey trý í RIVA síggja tað eisini sum sína ábyrgd at miðla og útbreiða kunnleikan um yrkisdans og dansilist sum heild, og harvið gera dans til eina møguliga yrkisleið fyri komandi ættarlið. "Sum liður í hesum málsetningi, so leggja vit okkum eftir at skapa og framleiða eitt nýtt stórverk um árið, umframt at fara á leikferð kring landið við undanfarnum verkum," siga Búi, Vár og Rannvá. 

Hvat var tað akkurát, sum leiddi tvey nærri ella burtur hvør frá øðrum? spyrja tey í RIVA í "Kanska ein bygd". Hvønn kollveltandi leiklut kann ein gerandisløta hava? Hvørjar relatiónir vórðu nøktaðar og noktaðar?

Verkið "Kanska ein bygd" hevur verið í stoypiskeiðini í meira enn eitt ár, og skapanartilgongdin hevur verið spennandi, avbjóðandi og lærurík, sambært dansarunum í RIVA. 

Toymið // Hugskot: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen, Beinir Bergsson og Vár B. Árting. // Listalig leiðsla, koreografi og framførsla: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting // Tekstir: Beinir Bergsson // Ljós: Villiam Soo Joensen // Ljóð: Heðin Ziska Davidsen // Grafikkur og visuellur ábyrgdari: Billa Jenný Jónleifsdóttir // Pallur: Bjørn Ulvedal Simonsen // Búnar: Jón Sonni Jensen // Myndir: Gwenaël Akira Carré Helmsdal // Framleiðsla: Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting // Samframleiðsla: Norðurlandahúsið og bydans.

 

 

Er kopiera