Fimti maðurin skal eisini sita í varðhaldi fýra vikur aftrat

Fimti maðurin skal eisini sita í varðhaldi fýra vikur aftrat
Menninir eru skuldsettir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr. og fyri at hava 18 kilo av hassji og 700 gram av MDMA í varðveitslu
Teir fimm skuldsettu menninir hava sitið í varðhaldi siðani oktober. Teir nokta seg sekan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2025 - 14:05

Maðurin, sum ikki sjálvboðin vildi sita í varðhaldi í fýra vikur aftrat, var fríggjadagin í Føroya rætti dømdur at vera í varðhaldinum í fýra vikur.

Fimm menn eru skuldsettir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr. og fyri at hava 18 kilo av hassji og 700 gram av MDMA í varðveitslu.

Rúsevnini vóru grivin í haganum oman fyri Kirkjubø.

Allir fimm skulu vera í varðhaldi í fýra vikur aftrat.

Tað var avgjørt fríggjadagin.

Teir fýra vóru ikki í rættinum. Teir valdu sjálvbodnir at vera verandi í varðhaldinum. 

Allir fimm menninir nokta seg sekan.

Teir hava verið í varðhaldi síðani í oktober í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329