Í myndum: Gott lag í álvarsligum samteksti

Tinganes var karmur ú trygdarpolitiskan toppfund millum londini í útnorði, sum brádliga var fingin í lag, tí spenningurin í Norðuratlantshavi er øktur munandi.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, stóð klárur at taka ímóti sínum norðurlendsku starvsfeløgum í dýrdar veðrinum í Tinganesi fyrrapartin.

Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir, var tann fyrsta at møta til fundin. "Vit her í Norðuratlantshavinum mugu vísa sterka fyristøðu, tí um vit ikki gera tað, so gera stórveldini tað fyri okkum," segði hon.

Beint aftanfyri fjølmiðlarnar stóð løgmaður klárur at taka ímóti við einum klemmi og so einum meira formellum lógvataki á trappuni uttan fyri Tinganes.

Í hølunum á íslendska forsætisráðharranum kom nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen.

Jens-Frederik Nielsen legði stóran dent á, at tað er umráðndi við tøttum samstarvi og samskifti millum londini í útnorði, sum trygdarstøðan er í løtuni.

Løgmaður eygleiðir fjølmiðlasirkusið, ið altíð fylgir við Mette Frederiksen, danska forsætisráðharranum, tá hon er í Føroyum og vitjar. Vitjanin í dag var einki undantak.

Mette Frederiksen, umgird av trygdarvørðum og ráðgevum, staðfesti, at støðan í Norðuratlantshavi er hættislig. "Tað er av týdningi, at londini í Norðuratlantshavi standa saman," staðfesti danski forsætisráðharrin.

Hóast samteksturin fyri fundin var álvarsamt, so var lagið gott, og sjálvandi fekk Mette Frederiksen eisini eitt klemm frá Akseli V. Johannesen, løgmanni.

Er kopiera