- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Kanningarstjóri gleðir seg
VIDEO: Kanningarstjóri gleðir seg
Hetta er ein spennandi uppgáva, sigur Hans Gammeltoft-Hansen, sum skal kanna løgmann og Kára P. Højgaard í málinum um Eysturoyartunnilin.
04.03.2014 - 08:24
Danski løgfrøðiprofessarin og doktarin, Hans Gammeltoft-Hansen, sum er settur sum kanningarstjóri at kanna Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen í málinum um Eysturoyartunnilin, er í Føroyum í løtuni, tó ikki í ørindunum sum kanningarstjóri.
Hann væntar tó, at kanningararbeiðið byrjar síðst í hesum mánaðinum. Hans Gammeltoft-Hansen kann tó ikki siga, nær kanningin verður liðug, tí enn er ógreitt, hvussu víðfevnd hon verður.
Hetta er ein spennandi uppgáva, sigur kanningarstjórin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















