Vaknaði við kaldan dreym tá tjóvar stóðu í stovuni

Vaknaði við kaldan dreym tá tjóvar stóðu í stovuni
- Eg spurdi, hvør tað var, hann leyp á meg og goggaði mær ein uppá kjaftin beinanvegin, greiðir Benjamin Mikladal frá eftir hendingina sunnunáttina, tá tjóvar brutu seg inn í heimið hjá honum
18.03.2014 - 10:18

Tað var ikki ein marrudreymur men tann kaldi veruleikin, ið Benjamin Mikladal í Klaksvík vaknaði av sunnunáttina, tá fremmand fólk høvdu brotið seg inn í heimið hjá honum.

Tjóvar høvdu brotið seg inn í heimið hjá Benjamin Mikladal, og tá hann vaknaði bleiv áfast millum Benjamin og innbrotstjóvarnar og teir fóru til hendurs.

Síggj Benjamin Mikladal fortelja frá hendingini sunnunáttina, í upptøkuni omanfyri.

Løgreglan kannar eitt harðskapsmál í Klaksvík, har Benjamin Mikladal, sunnunáttina varð álopin heima hjá sær sjálvum á miðjari nátt.

Gerningsmaðurin er ikki fangaður enn, men ábendingar eru um, hvør tað var, ið breyt seg inn í heimið hjá Benjamin Mikladal sunnunáttina, sigur løgreglan.

Klaksvíkingar hava í eina tíð havt trupulleikar av russarum, ið eru umborð á russiskum skipum, ið liggja á Norðhavnini í Klaksvík.

- Vit hava fingið fráboðanir um at teir (russarnir, red.) hava verið inni í handlum, og so sakna tey ting, tá teir eru farnir úr handlunum aftur, sigur Hallgrím Hansen, løgreglumaður í Klaksvík.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031