Kultura

Stuttfilmurin "Sansa", kinesiskar bókmentir og viðmæli frá Marjun Niclasen
25-02-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis

Føroyska stuttfilmskappingin Geytin er leygardagin. Ein av tilnevndu filmunum er "Sansa", sum Anna Joensen Næs hevur leikstjórnað. Við filminum kannar hon sansaleysan og brotnan kærleika. Vit hava fingið orðið á hana um film og kærleika.


Danski rithøvundurin Sidse Laugesen er nakað so sjáldsamt sum eitt útlendskt kinesiskt skald. Hon er eisini ein av heilt fáum umsetarum, ið týða millum danskt og kinesiskt. Hesa vikuna er Sidse Laugesen eitt av útlendsku nøvnunum á "Føroyska bókmentafestivalinum" (Faroe Islands Literature Festival), ið byrjar í dag. Vit tosa við hana um yrking, sambandið til Kina og um kinesiskan skaldskap.

Og so kemur Marjun Niclasen við einum fjølbroyttum mentanarviðmæli.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

William Sloan, stuttsøgukapping og føroyski bókmentafestivalurin
18-02-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis
11-02-2026
Útbygging av Listasavni Føroya, filmssýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Hotellið KG, stuttfilmurin Áin og heildarútgáva hjá Mariannu Winter
28-01-2026
Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025