- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðarlíknandi gongustjørna 500 ljósár burturi
Jarðarlíknandi gongustjørna 500 ljósár burturi
Jarðarlíknandi gongustjørnan, Kepler-186f, er á stødd við Jørðina og hugsandi er, at har er nóg heitt til, at vatn kann bráðna
23.04.2014 - 15:09
Tað er amerikanski rúmdarkikarin Kepler, ið fyri fyrstu ferð hevur sæð eina jarðarlíknandi gongustjørnu, ferðast kring eina stjørnu, 500 ljósár burturi.
Ringrásin hjá Kepler-186f hevur røttu fjarstøðuna til stjørnuna, hon ferðast um, og tað merkir, at vatn bráðnar, og harvið er møguleiki fyri, at lív hevur ment seg á gongustjørnuni Kepler-186f.
Kepler-186f er í stjørnumyndini Cygnus.
Rúmarkikarin Kepler hyggur at yvir 160.000 stjørnum í senn í royndini at finna fremmandar gongustjørnur. Yvir 3000 eru funnar, yvir 1000 eru váttaðar gongustjørnur, og Kepler-186f er tann fyrsta, ið minnir um jørðina og er í rættari fjarstøðu har vatn bráðnar.
Kelda: www.nasa.gov
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV